Samstundis sum vinnuhúsið vil avtaka tað teir nevna “serskipanir”, vilja teir ikki seta fólk í starv við føstum lønum, so ein skipan sum fiskavirkisskipanin er óneyðug. Vilja teir ikki tað, kunnu teir - ístaðin fyri at avtaka fiskavirkisskipanina - broyta hana, soleiðis at eitt arbeiðsfólk altíð er tryggjað eina fulla 40 tíma viku, og rokningin fyri meirkostnað kann arbeiðsgevarin rinda, sum jú er tryggjaður eina støðuga arbeiðsmegi á sínum vinnuvirki
Ógvusligi prísvøksturin rakar tímalønt arbeiðsfólk ómetaliga hart, og hvør arbeiðstími telur tí nógv í mun til at fáa endarnar at røkka. Hækkandi prísur á mati, brenniolju og rentu raka húsarhaldini meint, og tískil er neyðugt at hava støðuga inntøku, sum ikki sveiggjar ov nógv viku frá viku.
Nú Vinnuhúsið vil avtaka fiskavirkisskipanina, so skuldu teir heldur hugsað, hvussu teir kunnu skapa arbeiðsumstøður fyri síni arbeiðsfólk soleiðis, at hesi klára at liva av inntøkuni. Heldur enn at skera í inntøkuni hjá vanligum fólkum áttu umboðini fyri arbeiðsgevararnar antin at sett fólk í fast starv við fastari inntøku, sum fastlønarsáttmálin er til.
Í øðrum lagi kundi arbeiðsgevararnir verið viðvirkandi til, at fiskavirkisskipanin altíð tryggjaði fólkum eina 40 tíma arbeiðsviku í løn ístaðin fyri 32 tímar, sum tað er í dag. Teir fyrstu 8 tímarnir kundi verið rindaður av arbeiðsgevaranum. Hetta hevði eisini gjørt, at fiskavirkisskipanin hevði verið minnið nýtt enn í dag, og arbeiðsgevarin var tryggjaður eina fasta manning.
Vinnuhúsið nam eisini við aðrar serskipanir, men segði einki um eitt nú FAS. Vil Vinnuhúsið eisini avtaka FAS skipanina, har reiðaríir fáa afturborið skattin, sum løntakarar við handilsskipum rinda, ella vil Vinnuhúsið bara fara eftir løntakarunum og ikki sínum egnu limum?
Comentários