Stakke af mønter

Eftirløn og trygging

Løntakarar spara upp til egna eftirløn. Í sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum stendur at 11% verður løgd omaná lønina eisini frítíðarlønina.


Ert tú mynstraður við fiskiskipi rindar reiðarin 50 kr í eftirløn um dagin umframt at tú sjálvur rindar 4% av hýruni. Ert tú mynstraður sambært sáttmála við Reiðarafelagið fyri handilsskip er eftirlønin 12,5%, ert tú í iva ber til at lesa nærri um hetta í sáttmálum felagsins her. Fiskimannafelagið hevur sína eftirløn í Lívsverk Eftirlønargrunnur Løntakaranna, sum er eftirlønargrunnurin hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Handverkarafelag.


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag brúkar LÍV, sum sín eftirlønarveitara og limir í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hava sína eftirløn í Norðoyar Sparikassa. Øll feløgini í Samtak hava hvør sína tryggingarskipan. Til ber at lesa meir um ymisku skipanirnar longri niðri á síðuni.

 
Billede af Polina Kuzovkova

Lívsverk Eftirlønargrunnur Løntakaranna

Eftirlønin hjá limunum í Føroya Arbeiðarafelag er skipað í eina lívrentuskipan. Eftirlønargjaldið sum er 11%, skal arbeiðsgevarin rinda afturat lønini samstundis sum lønin verður flutt á konto nr. Betri Banka 9181-480.302.9. Hetta er galdandi fyri øll sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, óansæð aldur. Sí Lívsverk her


Eftirløn skal roknast av øllum lønarflytingum

Frítíðarlønin er partur av vanligu inntøkuni, og tískil skal eftirløn eisini rindast av frítíðarløn. Tá ið roknað verður, hvussu nógv skal rindast í eftirløn, skal frítíðarlønin takast við í útrokningargrundarlagið, t.e. leggjast aftur at vanligu inntøkuni, og síðan skal eftirlønarparturin roknast út. Sí meira her


Eftirlønargjald til pensiónistar

Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum - FA, HAF, HAK, KAMF og KLKV øðrumegin og FAG hinumegin, eru samd um, at tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt. Tað vil siga, at 9,40% verða løgd omaná lønina hjá tímaløntum og 10,32% verða løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.

 

Samlagstryggingarskipanir

Øll feløgini í Samtak hava lívstryggingarskipanir fyri limir sínar. Trýst á navnið á felagnum fyri at lesa nærri um skipanina, og fyri at fáa ítøkiligu upplýsingarnar um rættindi, skyldur og treytir.