top of page
Billede af Christer Gundersen

Samtak

Tað eru fleiri orsøkir og endamál við Samtak. Samtak vendir sær fyrst og fremst til limirnar, men eisini almenningin sum heild, og virkar fyri, at umstøðurnar hjá limum í fakfeløgum fáa størri rúmd í almenna rúminum.

Samtak er kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi sum heild, um lógir og um ymisk evni, ið eru tengd at arbeiðslívinum.

Samtak setur t.d. sjóneykuna á ALS, javnstøðu, lutfalsligt fátækradømi, arbeiðsmarknaðarlógir og trygd á arbeiðsplássum á landi og sjógvi.  Samtak stuðlar undir verandi virksemi hjá limafeløgunum, og virkar í høvuðsheitum á yvirskipaðum stigi.

Feløgini í Samtak hava tilsamans knapt 6000 limir. Samtak ber fram tíðindi og sjónarmið, ger hoyringsskriv og varpar ljós á serlig evni, sum eru viðkomandi fyri limirnar.

Orsøkir til Samtak

  • Tað er tørvur á kunning til limirnar um sáttmálarnar og rættindi sum heild

  • Tað er tørvur at varpa ljós á ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum úr sjónarhorninum hjá løntakarunum

  • Fakfeløg í Føroyum skulu seta dagsskránna í arbeiðsmarknaðar viðurskiftum

  • Tørvur er á øktum samstarvi millum fakfeløgini

  • Fakfeløg hava hvør í sínum lagi ov lítla orku at taka upp evni og viðgera tey út í æsir

Hvat er Samtak?

  • Samtak er samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

  • Samstarvið millum feløgini verður gjørt sjónligt í einum livandi arbeiðsmarknaðar portali

Ætlanin við Samtak?

  • Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti sum heild

  • Samtak skal økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna

  • Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum

  • Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum

  • Samtak portalurin verður eitt kunningar amboð fyri limir, fjølmiðlar og almenningin yvirhøvur

  • Samtak fer hvørja viku at bera tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum

  • Samtak skal taka viðkomandi evni upp og lýsa tey út í æsir

  • Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum 

  • Samtak fer at gera tilmæli til politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar

  • Samtak miðjar ímóti at fáa formligt samstarv við politiska landslagið og arbeiðsgevararnar/reiðararnar

Um: About

Limafeløg

fafelag fýrkant.png

Føroya Arbeiðarafelag

Stoffálág 17
FO-100 Tórshavn
Tlf 312101

logoffi.jpg

Føroya Fiskimannafelag

Bryggjubakki 14
FO-100 Tórshavn

Tlf 311569

logo Klaksvíkar Arbeidskvinnufelag.jpg

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

FO-700 Klaksvík
Tlf 455218

klaksvík menn.jpg

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Kirkjubrekka 1
FO-700 Klaksvík
Tlf 455090

Um: Services
bottom of page