Limafeløg í Samtak
Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður tlf 212419
Elin Sørensen, næstforkv tlf 512101
Sunrid Vang tlf 228720
Maud Túgvustein tlf 228438
Suni Mortensen tlf 283698
Amy Jacobsen tlf 532352
Marjun S. Debes tlf 504373
Føroya Arbeiðarafelag var stovnað 18. desember í 1925 av lokalum arbeiðara- og fiskimannafeløgum. Fyrsta Arbeiðarafelagið var stovnað nøkur ár frammanundan á Tvøroyri. Í grein 1 í uppskoti til lóg FA stóð:
»Felagsins navn er Føroya Arbeiðarafelag. Í felagnum standa tey arbeiðsmannafelag og fiskimannafeløg og aðrar arbeiðaraorganisatiónir, sum á løgligan hátt eru upptiknar og rinda hitt ásetta limagjaldið.«
Vegna ymisk áhugamál, gjørdist FA ongantíð landsfelagið hjá øllum fakfeløgum í Føroyum. FA varð felagið hjá ófaklærdum á landi. FA var nýtt til at føra kollektivar sáttmálasamráðingar við lokalar arbeiðsgevararnar. 18 ár eftir stovnanina av FA var Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað, og síðani hava FA og FAG samrátst um sáttmála á privata arbeiðsmarknaðinum.
Tað var ikki altíð lætt at stovna arbeiðarafeløg. Andstøðan var mangan hørð bæði frá arbeiðsgevarum og arbeiðarum. Nógv dømi eru um, at arbeiðsfólk, ið gingu á odda at stovna arbeiðarafeløg, mistu arbeiði. Summastaðni noyddust fakfelagsfólk enntá at rýma úr heimstaðnum. Í dag verður tað av nógvum sæð sum ein sjálvfylgja, at verða limur í fakfelag.
Sí meir her
Føroya Fiskimannafelag
Stjórnin í Føroya Fiskimannafelag:
Jan Højgaard, formaður
Sámal Poulsen, Sandvík, næstformaður
Magnus Pauli Glerfoss, nevndarlimur
Per Toftegaard, nevndarlimur
Hans Vilhelm Danielsen, nevndarlimur
Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur
Sólberg Olsen, nevndarlimur
Føroya Fiskamannafelag varð stovnað í 1911, og er sostatt tað næstelsta fakfelagið í Føroyum. Limaskarðin í fiskimannafelagnum í dag er millum fiskimenn umframt tey sum sigla í frálandavinnu og við handilsskipum undir FAS skipanini.
Føroya Fiskimannafelag hevur sáttmála við Føroya Reiðarafelag og Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Føroya Fiskimannafelag
Bryggjubakki 14
FO-100 Tórshavn
tlf 311569
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag:
Nevndin í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag:
Jastrid Niclasen, forkvinna og kassameistari
Jóngerð Osberg Hansen, næstforkvinna og skrivari
Vónbjørt Guðjónsson, nevndarlimur
Anna Højgaard, nevndarlimur
Anna Glerfoss, nevndarlimur
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag var stovnað 19. Apríl 1931. Í endamálsorðing felagsins var sagt, at endamálið er á heimligum og altjóða grundarlagi at nøra og menna arbeiðskvinnurørsluna og at fylkja alla arbeiðskvinnustættina í Klaksvíkar kommunu til í felag at bøta um kor hennara.
Postboks 325 · FO-700 Klaksvík · Tel 455218 · Fartel 223864 · kl-arbkv@olivant.fo. Skrivstovan er opin mikudag og hósdag kl. 14 til 16
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Nevndin:
Absalon Hansen, formaður
Theodor A. Olsen, næstformaður
Jón Harald Poulsen
Pól Fuglø
Dánjal Klakk
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag var stovnað 2. Jan 1923. Í lógum felagsins stendur, at endamál felagsins er:
Á heimligum grundarlagi at nøra um og menna arbeiðararørsluna
At fylkja allan arbeiðarastættin í Klaksvík og grannabygdunum til í samtaki at bøta um kor teirra
At læra tann einstaka arbeiðaran at kenna tað sum sína skyldu móti sær og heildini, at verða trygdarlimur felagsins,
Í kjaki, røðu og ítrótti o.t. at menna arbeiðaran andliga, serstakliga í samfelagskunnleika
At fara varliga um pening og aðrar ognir felagsins, so at felagið kann stimbrast ár undan ári, at vera hygnir, so at peningur felagsins ikki verður nýttur til annað endamál enn felagnum til gagn og besta.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Tlf 455090 kamf@olivant.fo