Er arbeiðsumhvørvi í lagi skapar hetta trivnað á arbeiðsplássinum, fólk støðast betur og mangan slepst undan títtari og longari sjúkrafráveru hjá arbeiðsfólki. Øll hava rætt til eitt gott og heilsutrygt arbeiðsumhvørvi.
Arbeiðsumhvørvi er bæði fysisku karmarnir á arbeiðsplássinum og sálarliga umhvørvi á staðnum. Bæði eru avgerðandi fyri, um trivnaðurin kann koma í hásæti á einum arbeiðsplássi.
Lógin um arbeiðsumhvørvi ásetir krøv til arbeiðsplássini. M.a. skal arbeiðsgevarin tryggja, at arbeiðsviðurskiftini bæði eru trygg og heilsugóð. Tað er arbeiðseftirlitið, ið hevur eftirlit við at lógin verður hildin.
Yvirskipaða málið má altíð vera, at ongin skal fáa álvarsligt mein ella lata lív á arbeiðsmarknðinum. Samtak mælir tí til uppraðfesting av Arbeiðseftilitinum, soleiðis at eftirlit við at lógini verður hert. Eisini eigur Arbeiðseftirlitið at gera arbeiðsplássmetingar av øllum miðalstórum og stórum arbeiðsplássum.
Comments