Sonja Jógvansdóttir

11. jan. 20211 min

Javnstøðulógin bannar mismun vegna kyn

Javnstøðulógin frá 1994 ásetur greitt, at loyvt er ikki at gera mismun á fólki vegna kyn. Kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning.

Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Kortini er í lagi, at tryggjað øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið tað er fyri at fáa økta javnstøðu.

Tað er Javnstøðunevndin, sum hevur eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin er ráðgevi hjá myndugleikum og øðrum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Til ber eisini at kæra til Javnstøðunevndina, um lógin verður brotin.

Sí eisini heimasíðuna hjá javnstøðunevndini.

    310
    0